Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

35. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 1. desember, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal og Mamy Dahl Sørensen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jógvan við Keldu, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 134 samtykt 19-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 98 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 375 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
§§ 1 og 2 samtyktar 26-2-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll millum Danmark og Føroyar sum ískoyti til Sáttmála frá 23. september 1996 millum Norðurlond at sleppa undan, at inntøku- og ognarskattir verða tvískattaðir
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-22/2005 frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrimunum við at leggja asfaltverkið hjá Landsverki saman við grótbrotinum í Skørðunum í Porkeri
Málið avgreitt.
 

9.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan, hevur lagt fram tingmál nr. 48/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. desember 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:
 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005-2
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

8.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi hægri útbúgving og gransking innan føroyska løgfrøði

9.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 14.43 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari