Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

33. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 29. november, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Sverre Midjord, løgtingsmaður, var ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Broytingaruppskot frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Karsten Hansen og Meiken Krabenhøft, til § 6 fall 8-0-23. §§ 1 til og við 6 fullu 10-0-21. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
§§ 1 og 2 fullu 4-1-24. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
§§ 1 til og við 3 fullu 1-1-28. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
§§ 1 og 2 fullu 1-0-27. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at beina málið aftur í nevnd fall 1-1-21. §§ 1 og 2 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli
§§ 1 og 2 fullu 8-0-18. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.
Uppskotið til samtyktar fall 8-1-16. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-2
Uppskotið fall 8-0-17. Uppskotið sostatt fallið
Málið avgreitt.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 30. november 2005, kl. 14.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      Ófráboðaðir fyrispurningar

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum

4.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.52 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari