Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

32. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 25. november, kl. 9.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Olav Enomoto, Lisbeth L. Petersen, Sverre Midjord. Anfinn Kallsberg, Ingi Olsen og Jákup Mikkelsen, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
Málið beint í trivnaðarnevndina.

Tingmálini nr. 44/2005 og nr. 45/2005 vórðu viðgjørd undir einum.
 

4.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 1-6/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005-2, og nr. 1-7/2005: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2005.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 29. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-2 

9.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 12.44 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari