Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

31. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 24. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Farloyvi: 

Skriv frá Vilhelm Johannesen, løgtingsmanni, dagfest tann 23. november 2005, við umsókn um farloyvi, og at næsti á lista Javnaðarfloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Mamy Dahl Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Vilhelm Johannesen.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-31/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi rakstrarkostnaðinum  av Smyrli
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2005: Uppskot til løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmálunum nr. 1-4/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-3, nr. 22/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 23/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll millum Danmark og Føroyar sum ískoyti til Sáttmála frá 23. september 1996 millum Norðurlond at sleppa undan, at inntøku- og ognarskattir verða tvískattaðir, og nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 16/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu, og nr. 32/2005:
Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 25. november 2005, kl. 9.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin)
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
Tingmálini nr. 44/2005 og nr. 45/2005 verða viðgjørd undir einum.

4.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 20.28 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari