Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

28. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 18. november, kl. 9.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Kristian Magnussen og Vilhelm Johannesen, løgmaður,  landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar:

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsi­lógini (For­boð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)

Fundur niðurlagdur kl. 12.10
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

      Málið beint í rættarnevndina
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, við­víkjandi føroyskari luttøku í Bologne tilgongdini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrimann í almannamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-28/2005 til Bjarna Djurholm, landstýrismann í vinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðnum í nevndini til endurskoðan av landbúnaðarlóggávuni
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1-5/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2005, og at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 41/2005: Uppskot til løgtingslóg um avhendan av sambýlunum í Kollafirði og Vestmanna, nr. 42/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum, nr. 43/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., nr. 44/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, nr. 45/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin) og nr. 46/2005: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim og eldrasambýli

 

Tikið av dagsskrá:


1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 22. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn
Málið verður beint í mentanarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
Málið verður beint í rættarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Málið verður beint í vinnunevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov
Málið verður beint í vinnunevndina

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

9.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.32 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein

skrivari