Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

27. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 17. november, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen og Jákup Mikkelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:
 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
Málið beint í
fíggjarnevndina
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljingini av Atlantic Airways
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)
Málið beint í
fíggjarnevndina
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingaslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Málið beint í fíggjarnevndina
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Bill Justinussen og Egin Henriksen, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 47/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um búskaparráð
 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:

Nr. 100-26/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari luttøku í Bologne tilgongdini

nr. 100-27/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrimann í almannamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økinum, og

nr. 100-28/2005 til Bjarna Djurholm, landstýrismann í vinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðinum í nevndini til endurskoðan av landbúnaðarlóggávuni

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 17. november 2005, kl. 9.30  við hesi dagsskrá:
 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Anniku Olsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari luttøku í Bologne tilgongdini

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrimann í almannamálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi sernámsfrøðiliga økinum

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-28/2005 til Bjarna Djurholm, landstýrismann í vinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðinum í nevndini til endurskoðan av landbúnaðarlóggávuni

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
Málið verður beint í rættarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2005: Uppskot til løgtingslóg um tunnil millum Øravík og Hov
Málið verður beint í vinnunevndina

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
Málið verður beint í uttanlandsnevndina

7.      Framløga  

 

Fundur lokin kl.  19.05 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari