Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

26. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 16. november, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Sverre Midjord og Vilhelm Johannesen, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Farloyvi: 

Skriv frá Johan Dahl, løgtingsmanni, dagfest 9. november 2005, við umsókn um farloyvi frá 16. november 2005, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Jaspur Vang, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Johan Dahl.

 

Til viðgerðar:
 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum
Málið beint í vinnunevndina
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2005:  Uppskot til løgtingslóg um broyt­ing í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Málið beint í trivnaðarnevndina
 

3.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-3/2005:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-2, nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, nr. 25/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om finansiel virksomhed", nr. 26/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v." og nr. 27/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om finansiel virksomhed", og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit

 

Tikið av dagssskrá:

 

1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
 

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-25/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljingini av Atlantic Airways

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 16. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-25/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljingini av Atlantic Airways

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
Málið verður beint í
fíggjarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.)
Málið verður beint í
fíggjarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
Málið verður beint í fíggjarnevndina

5.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.56 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari