Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

22. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 9. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Sverre Midjord, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, Søren Christensen, og ríkisumboðs­maður, vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi pedagogútbúgvingini
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      Munnligir fyrispurningar.
 

3.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 10. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 25/2005 og nr. 26/2005 verða viðgjørd undir einum.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2005:  Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 23/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll millum Danmark og Føroyar sum ískoyti til Sáttmála frá 23. september 1996 millum Norðurlond at sleppa undan, at inntøku- og ognarskattir verða tvískattaðir
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 19/2005, 20/2005 og nr. 22/2005 verða viðgjørd undir einum.

9.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 16.41

 

Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari