Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

21. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 8. november, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Sverre Midjord, løgtingsmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Farloyvi: 

Skriv frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, dagfest tann 7. november 2005, við umsókn um farloyvi 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar val­dømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Rói Egholm, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Høgna Hoydal.

 

Skriv frá Poul Michelsen, løgtingsmanni, dagfest tann 8. november 2005, við umsókn um far­loyvi 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Annika Olsen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Poul Michelsen.

 

Til viðgerðar:

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrimunum við at leggja asfaltverkið hjá Landsverki saman við grótbrotinum í Skørðunum í Porkeri
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005
Broytingaruppskot frá meirilutanum í
fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen, til §§ 5, 6, 7, 8 og 15 samtykt 19-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Málið beint í vinnunevndina.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum
Málið beint í vinnunevndina
.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Málið beint í mentanarnevndina.
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 28/2005: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um fólkayvirlit, og nr. 33/2005: Uppskot til løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 29/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð, og nr. 32/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 31/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn, at Bárður Nielsen, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 34/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m., nr. 35/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (broytt skattaprosent fyri partafeløg v.m.), og nr. 36/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingaslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 8/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.

 

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-23/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi pedagogútbúgvingini.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 9. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:
 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi pedagogútbúgvingini

2.      Munnligir fyrispurningar.

3.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.02 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari