Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

20. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 4. november, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Johan Dahl, Sverre Midjord, Jørgen Niclasen og Poul Michelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
§§ 1 og 2 fullu 9-1-16. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili
§§ 1 og 2 fullu 7-0-14. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.

 

3.      Frávik
Uppskot frá formanninum um at gera frávik sambært § 85 í tingskipanini frá § 38 í tingskipanini í sambandi við framløguna av tingmálunum
nr.  25/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”, nr. 26/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”, og nr. 27/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
Samtykt 22-0-0.
 

4.      Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-11/2005 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini
Málið avgreitt.
 

5.      Framløga
Formaðurin skal boðaði frá, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr.  25/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”, nr. 26/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”, nr. 27/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”og nr. 30/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-2/2005:  Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005, nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya, og nr. 4/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.

 

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-22/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrimunum við at leggja asfaltverkið hjá Landsverki saman við grótbrotinum í Skørðunum í Porkeri.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 8. november 2005, kl. 13.30  við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrimunum við at leggja asfaltverkið hjá Landsverki saman við grótbrotinum í Skørðunum í Porkeri

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Málið verður beint í vinnunevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (For­boð móti at gera mun á fólki vegna “kynsliga orientering”)
Málið verður beint í rættarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum
Málið verður beint í vinnunevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
Málið verður beint í mentanarnevndina.

7.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 13.25 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari