Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

19. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 3. november, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Johan Dahl, Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Kjartan Joensen og Poul Michelsen, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi
 

Til viðgerðar: 

1.      Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-15/2005 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum nevndum og ráðum
Málið avgreitt.
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi hægri útbúgving og gransking innan føroyska løgfrøði
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-18/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi einskiljing av fyritøkum landsins
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-19/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi  føroyskum EFTA limaskapi og fríhandilsavtalum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

5.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2005 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

6.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurningur nr. 100-21/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Toll- og Skattastovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya øki
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

7.      Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-16/2005 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum eftirlitsstovnum
Málið avgreitt.
 

8.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 17/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til telefonútreiðslur hjá langfarasjómonnum, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 18/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyt­ing í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp, og at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram ting­málini nr. 19/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, nr. 20/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, nr. 22/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 23/2005: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi protokoll millum Danmark og Føroyar sum ískoyti til Sáttmála frá 23. september 1996 millum Norðurlond at sleppa undan, at inntøku- og ognarskattir verða tvískattaðir, og nr. 24/2005: Uppskot til broytingar í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 4. november 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini

4.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 15.41 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari