Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

16. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 20. oktober, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Bárður Nielsen, landsstýrismaður, var ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2005: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki.

 

Fundur niðurlagdur kl. 13.40
Fundur uppafturtikin kl. 13.55

 

      Broytingaruppskot frá samdati trivnaðarnevnd til uppskot til samtyktar samtykt 29-1-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 28-0-1.
Málið avgreitt.

 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2005: Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið

      Málið beint í vinnunevndina.

 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a. 

      Málið beint í trivnaðarnevndina.

 

4.      Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-2/2005 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi politisku útsøgnum hansara um yvirtøkulógir og uttanríkispolitiskar heimildarlógir. 

Málið avgreitt.

 

Tikið av dagskrá:

 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann,  frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini, og svar upp á fyrispurning nr. 100-12/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi  flutningsskyldu á farmaflutningi.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 21. oktober 2005, kl. 10.00  við hesi dagsskrá:

 

1. Munnligir fyrispurningar

2. Framløga. 

 

Fundur lokin kl. 18.50.  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari