Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

14. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 6. oktober, kl. 9.05 varð tingfundur settur.

 

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2005: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2006

 

Fundur niðurlagdur kl. 12.25
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
Fundur niðurlagdur kl. 18.11
Fundur uppafturtikin fríggjadagin 7. oktober 2005 kl. 9.00
Fundur niðurlagdur kl. 12.07
Fundur uppafturtikin kl. 13.30

     

      Málið beint í fíggjarnevndina.
 

2.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 12/2005: Uppskot til løgtingslóg um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpssendinetið, og at Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 13/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 19. oktober 2005, kl. 13.30,  við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005-3.

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kreppuhjálp til tsunami-raktu økini í Indiska havinum

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-13/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, viðv. flutningi av farmi til Kalsoyar

5.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 19.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari