Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

11. fundur

 

Ár 2005, mikudagin, 21. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir, Vilhelm Johannesen, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen og Kári P. Højgaard, landsstýrismenninir, Hans Pauli Strøm og Bárður Nielsen og Jóannes Eidesgaard, løgmaður vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

1.      Ófráboðaðir fyrispurningar

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-14/2005 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi Kringvarpi Føroya

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni.
Málið avgreitt.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2005: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni.
Málið beint í mentanarnevndina.

5.      Framløga
Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-15/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum nevndum og ráðum og
nr. 100-16/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum eftirlitsstovnum

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 30. september 2005, kl. 10.00,  við hesi dagsskrá:

1.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi almennum nevndum og ráðum

2.    Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, viðvíkjandi almennum eftirlitsstovnum

3.    1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2005: Uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli

6.    Svar uppá fyrispurning nr. 100-4/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølu av fiskiloyvum.

7.    Framløga  

  

Fundur lokin kl. 18.10

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari