Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

7. fundur

 

Ár 2005, hósdagin, 8. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Johan Dahl og Andreas Petersen, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Finnboga Ísakson, fyrrverandi løgtingsmann, ið andaðist tann 7. september 2005, og tingmenn mintust hann  í tøgn.

 

Til viðgerðar:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2005: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Málið beint i fíggjarnevndina.
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2005: Uppskot til løgtinglóg um at byggja skúladepil í Marknagili
Málið beint i mentanarnevndina.
 

3.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 6/2005: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki, og at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1-2/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2005.

 

Tikið av skrá:

Svar upp á Fyrispurningur nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í land­búnaðarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni

 

Formaðurin fráboðaði  hesar fyrispurningar:

Nr. 100-10/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd í viðgerðini av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi,

nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini

nr. 100-12/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðv. flutningsskyldu á farmaflutningi og

nr. 100-13/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, viðv. flutningi av farmi til Kalsoyar

 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 14. september 2005, kl. 13.30,  við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi rættartrygd í viðgerðini av umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi

3.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2005 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunngerðum um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini

4.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðv. flutningsskyldu á farmaflutningi

5.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-13/2005 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, viðv. flutningi av farmi til Kalsoyar

6.      Svar uppá fyrispurning nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni

7.      Svar uppá fyrispurning nr. 100-6/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni viðvíkjandi setan av lærara við frítíðarskúlan á Tvøroyri

8.      Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 18.50 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari