Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

3. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin, 5. august 2005, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Lisbeth L. Petersen og Jákup Mikkelsen vóru ikki á fundi

 

Til viðgerðar:

 

1.    1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið beint í vinnunevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.12
Fundur uppafturtikin kl. 13.32
 

2.      Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið

Formaðurin boðaði frá tveimum valbólkum. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin við 22 tingmonnum og Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin við 10 tingmonnum.

Vald vóru:
Fastir limir:
1.  Óli Breckmann
2.  Kári P. Højgaard
Varalimir:
1.  Jørgen Niclasen
2.  Lisbeth L. Petersen
 

3.   Framhald av umrøðuni av løgmansrøðuni á ólavsøku
Málið avgreitt.

 

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-3/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi Suðuroynni og Sandoynni sum vakstrar- og royndarøkir, og fyrispurningi nr. 100-4/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum av fiskiloyvum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 12. august 2005, kl. 10.00,  við hesi dagsskrá:

 

1.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2005 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi Suðuroynni og Sandoynni sum vakstrar- og royndarøkir

2.        Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2005 til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølum av fiskiloyvum

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Málið verður beint í
fíggjarnevndina.

4.        Framløga

   

Fundur lokin kl. 18.43  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 /Marius Rein
skrivari