Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

1. fundur

 

Ár 2005, ólavsøkudag, kl. 13.00, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsformaðurin lýsti tingsetuna 2005 at vera setta sambært § 10 í stýrisskipanarlógini.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Løgmaður greiddi, sambært stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1, frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
 

2.      Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 2/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og at tingmenninir Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen, vegna Tjóðveldisflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 3/2005: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Landsins.
 

Formaðurin boðaði frá fyrispurningi nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 3. august 2004, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í landbúnaðarmálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi Yvirlandbúnaðarstevnuni

2.      Umrøða av løgmansrøðuni á ólavsøku.

3.      Framløga.

  

 

Fundur lokin kl. 13.35 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari