Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

76. fundur

 

Ár 2005, leygardagin 14. mai kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen og Poul Michelsen, og Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vórðu ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera
Uppskot frá Jenis av Rana um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-18. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-11.
Málið avgreitt.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.35

Fundur uppafturtikin kl.13.30
 

2.      Viðgerð av tingmáli nr. 102/2004: Misálit á Jóannes Eidesgaard, løgmann.
Uppskot til misálit fall 9-1-18.
Málið avgreitt.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-10.
Málið avgreitt.
 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall  10-0-16. Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard til § 1 fall 7-0-19. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-10.
Málið avgreitt.
 

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2004: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-1-9.
Málið avgreitt.
 

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Uppskot frá Høgni Hoydal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-3.
Málið avgreitt.
 

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
Málið avgreitt.
 

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-8.
Málið avgreitt.
 

11.  3. viðgerð av tingmáli nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-7.
Málið avgreitt.
 

12.  3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-9.
Málið avgreitt.
 

13.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-9.
Málið avgreitt.
 

14.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-7.
Málið avgreitt.

 

15.  3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-1.
Málið avgreitt.

 

Formaðurin boðaði frá, at  tað ikki eru fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku. Løgtingið hevur, síðani á ólavsøku 2004, havt 76 fundir, ið hava vart  383 ½ tíma. 115 mál eru framløgd, íroknað 3 frágreiðingar sambært § 51 í tingskipanini. Trý mál eru tikin aftur av uppskotssetarunum, og eitt mál er víst burtur av tinginum. Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum. 27 skrivligir fyrispurningar eru settir og avgreiddir. 152 munnligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skrá á 6 fundum. Fíggjarnevndin hevur havt 44 fundir, uttanlandsnevndin 27, landsstýrismálanevndin 15, vinnunevndin 28, trivnaðarnevndin 23, mentanarnevndin 11 og rættarnevndin hevur havt 15 fundir. Formaðurin takkaði øllum tingmonnunum fyri tingárið, sum er við at fara aftur um bak. At enda ynskti formaðurin  øllum eina góða summar frítíð. 

 

Fundur lokin kl. 17.00  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari