Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

75. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 12. mai kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Sverre Midjord og Poul Michelsen, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 1 samtykt 27-2-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-2-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2004: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan
Broytingaruppskot frá Bill Justinussen og Jenis av Rana til §§ 1, 3 og 4 fall 2-1-25. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg til orðið “endurgjald” og §§ 1 og 4 samtykt 17-1-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.29

Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg til § 1 samtykt 22-2-3. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin)
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin)
§§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Høgna Hoydal, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard til § 1 fall 10-0-17. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Jákup Mikkelsen, John Johannessen, Marjus Dam og Asbjørn Djurhuus til §§ 1 og 2 samtykt 17-0-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Frávik
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen, Bill Justinussen, Andrias Petersen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Asbjørn Djurhuus, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Óli Breckmann, Marjus Dam, Mamy Dahl Sørensen, John Johannessen, Jákup Mikkelsen, Johan Dahl og Anfinn Kallsberg heita á Løgtingi um at gera frávik, sambært § 85 í tingskipanini, frá tíðarásetingini í § 60 í tingskipanini soleiðis, at tingfundurin heldur fram aftaná kl. 22 í kvøld,  til dagsskráin fyri fundin er liðug.

Samtykt 19-0-8.
 

7.      Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum
Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 7-0-20. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 18-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
§§ 1 til og við 7 samtyktar 15-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”
Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen til §§ 1, 3 og 9, samtykt 16-0-7. Uppskot til ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 16-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005
Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen og Kaj Leo Johannesen, til §§ 6 og 15 samtykt 16-0-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005
Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen og Kaj Leo Johannesen, til § 6 samtykt 16-0-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1 og 2 samtykt 22-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Fundur niðurlagdur kl. 00.09

Fundur uppafturtikin kl. 00.32

 

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera
Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Høgna Hoydal, Páll á Reynatúgvu Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Bill Justinussen og Jenis av Rana til nýggja orðing av lógini fall 8-1-16. §§ 1 til og við 5 samtyktar 16-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 16-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða leygardagin, 14. mai 2005, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2004: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan

6.      3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya

7.      3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin)

8.      3. viðgerð av tingmáli nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin)

9.      3. viðgerð av tingmáli nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum

10.  3. viðgerð av tingmáli nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

11.  3. viðgerð av tingmáli nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”

12.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005

13.  3. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005

14.  3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

15.  Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 04.19 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari