Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

74. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 10. mai kl. 13.45 varð tingfundur settur.

 

Poul Michelsen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-1.
Málið avgreitt.
 

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2004: Uppskot til løgtingslóg um gransking í mannaílegum (Ílegulógin)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.         3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
Málið avgreitt.
 

6.         3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka
Uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Høgna Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Bill Justinussen og Jenis av Rana um at vísa uppskotið burtur fall 11-0-20. Uppskot frá Hergeir Nielsen um at beina málið aftur í nevnd fall 9-1-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga  samtykt 20-0-10.
Málið avgreitt.
 

7.         3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi  fyri Føroyar “Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”
Uppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Heidi Petersen, Høgna Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, Bill Justinussen og Jenis av Rana um at vísa uppskotið burtur fall 11-0-20. Uppskot frá Hergeir Nielsen um at beina málið aftur í nevnd fall 8-2-19. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga  samtykt 19-0-10.
Málið avgreitt.
 

8.         Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-25/2004  frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni
Málið avgreitt.
 

9.         Framløga
Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 68/2004:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 93/2004: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan, nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin), og nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin), at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum, og álit í tingmálunum nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum, nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”, nr. 1-6/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005 og nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera og nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 12. mai 2005, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2004: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin)

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin)

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”

15.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 20.07 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari