Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

73. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 6. mai kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Landsstýrismenninir Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:

 

1.      Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/2004 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, (Óli Breckmann) viðvíkjandi grønlendsku heimildarlógini í uttanríkismálum
Málið avgreitt.
 

Farloyvi: 

Skriv frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, dagfest tann 6. mai 2005, við umsókn um longt farloyvi til tingið fer í summarfrí, og at næsti maður á lista floksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Asbjørn Djurhuus, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Olav Enomoto.
 

2.      Atkvøðugreiðsla um tingmálini. nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin) og nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.
Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 10-1-19.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.11

Fundur uppafturtikin kl. 13.30


§§ 1 til og við 8 samtyktar 20-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Atkvøðugreiðslan varð tarnað í umleið 45 minuttir, tí umboðini hjá Tjóðveldisflokkinum og Miðflokkinum ikki vildu atkvøða sambært § 76,  stk. 1 í tingskipanini. Hóast formaðurin fleiri ferðir heitti á tingmenn um at atkvøða, góvu teir seg ikki undir avgerð formansins, og tulkaði formaðurin síðani atkvøðugreiðsluna soleiðis, at hesir 10 tingmenn ikki atkvøddu.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi  fyri Føroyar “Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”
Uppskot frá Poul Michelsen um at beina málið aftur í nevnd fall 1-0-19. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 19-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Um atkvøðugreiðsluna verður annars víst á viðmerking undir pkt. 3.
 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 40/2004: Uppskot til løgtingslóg um tænastumannaeftirløn til ávísar lærarar
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
§§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
§§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Bill Justinussen til § 3 fall 1-2-25. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annitu á Fríðriksmørk til §§ 1, 3, 5, 6, 9, 10, 11, 14 og 15 samtykt 27-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin)
Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Finni Helmsdal, til § 4 fall 4-1-19. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen, Bill Justinussen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annitu á Fríðriksmørk til §§ 4 og 6 samtykt 23-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2004: Uppskot til løgtingslóg um gransking í mannaílegum (Ílegulógin)
Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Finni Helmsdal, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 2 samtykt 24-0-0. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 1, 3 og 4 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

11.  1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 10. mai 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin)

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2004: Uppskot til løgtingslóg um gransking í mannaílegum (Ílegulógin)

5.         3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

6.         3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka

7.         3. viðgerð av tingmáli nr. 92/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi  fyri Føroyar “Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”

8.         Svar upp á fyrispurning nr. 100-25/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni

9.         Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.55. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari