Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

71. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 3. mai kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen og Jørgen Niclasen, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.22
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

      Málið beint í mentanarnevndina.
 

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2004: Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler”
Málið beint í uttanlandsnevndina.
Tingmálini nr. 95/2004 og nr. 96/2004 vórðu viðgjørd undir einum.
 

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2004: Uppskot til løgtingslóg um rættindi løntakaranna í sambandi við, at landsstýrið yvirtekur mál og málsøki frá ríkismyndugleikunum
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om personalemæssige spørgsmål i forbindelse med de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”
Málið beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 97/2004 og nr. 98/2004 vórðu viðgjørd undir einum.
 

6.         Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 99/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Anfinn Kallsberg, Mamy Dahl Sørensen, Mikkjal Sørensen, Gerhard Lognberg, Henrik Old, Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Lisbeth L. Petersen, Asbjørn Djurhuus,  Marjus Dam, Andrias Petersen, Poul Michelsen, Dánial Petur Hansen, Jákup Mikkelsen, Kjartan Joensen, Óli Breckmann og Heðin Zachariasen.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 4. mai 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum

5.         3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2005: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

6.         Munnligir fyrispurningar.

7.         Framløga

 

 Fundur lokin kl. 18.59.

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari