Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004
68. fundur
Ár 2005, mikudagin 27. apríl, kl. 13.40 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Kaj Leo Johannesen, landsstýrismenninir
Bjarni Djurholm og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru
ikki á fundi.
Farloyvi:
Skriv frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, dagfest tann 27. apríl 2005, við umsókn um farloyvi frá í dag og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Sjálvstýrisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Dánial Petur Hansen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Kára P. Højgaard.
Skriv frá Olav Enomoto, løgtingsmanni, dagfest tann 27. apríl 2005, við umsókn um farloyvi frá í dag og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Hergeir Nielsen, Gerhard Lognberg og Lisbeth L. Petersen um at kanna valbrøvini í Norðstreymoyar valdømi.
Fundur
niðurlagdur kl. 13.41
Fundur uppafturtikin kl. 13.45
Hergeir
Nielsen mælti til, vegna seg
sjálvan, Gerhard Lognberg og
Lisbeth L. Petersen, at Asbjørn
Djurhuus tekur sæti fyri Olav Enomoto.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Til viðgerðar:
1.
3. viðgerð
av tingmáli
nr.
26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10.
mai 1999 um almannapensjónir o.a.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð,
endaliga samtykt
27-0-0.
Málið avgreitt.
2.
3. viðgerð
av tingmáli
nr.
49/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð,
endaliga samtykt
27-0-0.
Málið avgreitt.
3.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fyribyrgingarráð
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt
27-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt
27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
4.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin
fyri
fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt
27-0-0.
Málið avgreitt.
5.
2. viðgerð
av tingmáli
nr. 50/2004: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd
Uppskotið tikið aftur av uppskotssetaranum,
Jenis av Rana.
6.
3. viðgerð
av tingmáli
nr.
84/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð,
endaliga samtykt
26-0-0.
Málið avgreitt.
7.
3. viðgerð av tingmáli
nr.
85/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á
framleiðslu og innflutningi
Broytingaruppskot frá
Alfred Olsen,
Andrias Petersen, Óla
Breckmann og Heðin Zachariasen til §
1 samtykt
17-1-8. Uppskotið, sum samtykt
við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt
21-0-6.
Málið avgreitt.
8.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á
stovni o.l.
§§ 1 og 2 samtyktar
24-0-2.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
9.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om
sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt
26-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
10.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av
reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til heiti
á uppskotinum samtykt
27-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt
28-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
11.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í
Vestmanna
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 2 samtykt
26-0-0.
Uppskotið soleiðis broytt samtykt
26-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
12.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á
yrkisskúlum
§§ 1 til og við 10 samtyktar
27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
13.
2. viðgerð
av tingmáli
nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
fólkaskúlan
§§ 1 og 2 samtyktar
27-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
14.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 54/2004: Uppskot til
løgtingslóg um serskúla
§§ 1 til og við 14 samtyktar
28-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
15.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 61/2004: Uppskot til
løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum
§§ 1 til og við 7 samtyktar
28-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
16.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 62/2004: Uppskot til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Uppskot frá Bill Justinussen um at
beina málið aftur í nevnd fall
3-0-22.
§§ 1 og 2 fullu
4-2-22. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
17.
2. viðgerð av tingmáli
nr. 63/2004: Uppskot til
løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan
§§ 1 til og við 10 fullu 2-0-21. Uppskotið
sostatt fallið.
Málið avgreitt.
18.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, svaraði
fyrispurningi
nr. 100-26/2004 frá Finni Helmsdal,
løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum
Málið avgreitt.
19.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál
nr. 94/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni.
Hesir tingmenn viðmæla,
sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa
viðgerð: Kaj Leo Johannesen,
Johan Dahl,
Marjus Dam, Mikkjal Sørensen,
Gerhard Lognberg,
Heðin Zachariasen, Kjartan
Joensen, Poul Michelsen,
Olav Enomoto,
Alfred Olsen, Kristian
Magnussen, Mamy Dahl Sørensen,
Lisbeth L. Petersen,
Andrias Petersen,
John Johannessen, Óli
Breckmann og Henrik Old.
At vinnunevndin hevur lagt fram álit í
tingmálunum
nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu,
og
nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum
nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið,
nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna,
og
nr. 83/2004: Uppskot til løgtingslóg um gransking í mannaílegum (Ílegulógin)
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 28. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:
1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp
4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2004: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2004: Uppskot til samtyktar um Sáttmála um Evropeiska Orkusáttmálan frá 17. desember 1994
7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2004: Uppskot til løgtingslóg um tænastumannaeftirløn til ávísar lærarar
8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-24/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ómynduggering
9. Framløga
Fundur lokin kl. 17.52
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari