Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

65. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 15. apríl, kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu, Marjus Dam, Mamy Dahl Sørensen og Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

 

1.         Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 91/2004: Uppskot til lóg um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, og nr. 92/2004:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  “Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder”.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málini kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Olav Enomoto, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Marjus Dam, Johan Dahl, Heðin Zachariasen, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Mamy Dahl Sørensen, Mikkjal Sørensen, Gerhard Lognberg, Alfred Olsen og Lisbeth L. Petersen.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur,
vegna landsstýrið, lagt fram tingmál nr. 93/2004: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til rækjuflotan.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Olav Enomoto, Óli Breckmann, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Marjus Dam, Johan Dahl, Andrias Petersen, Gerhard Lognberg, Mikkjal Sørensen, Mamy Dahl Sørensen, Heðin Zachariasen, Poul Michelsen, Jákup Mikkelsen, Alfred Olsen og Lisbeth L. Petersen.

Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur vegna landsstýrið, lagt fram tingmál nr. 1-7/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2005.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: John Johannessen, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Mikkjal Sørensen, Mamy Dahl Sørensen, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jákup Mikkelsen, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Alfred Olsen, Lisbeth L. Petersen, Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl og Andrias Petersen.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 20. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.        Ófráboðaðir fyrispurningar

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 46/2004: Uppskot til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 69/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

5.         3. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya

6.         3. viðgerð av tingmáli nr. 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”

7.         3. viðgerð av tingmáli nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om en garantifond for indskydere og investorer”

8.         3. viðgerð av tingmáli nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”

9.         3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”

10.     3. viðgerð av tingmáli nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin)

11.     3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um meirvirðisgjald

12.     2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.

13.     2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði

14.     2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2004: Uppskot til samtyktar um, at sjálvbodna frumskjalið frá 18. desember 2002 til ST-sáttmálan frá 10. desember 1984 móti pínslu og aðrari miskunnarleysari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing verður sett í gildi fyri Føroyar

15.     2. viðgerð av tingmáli nr. 72/2004: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um almannatrygd frá 18. august 2003

16.     2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2004: Uppskot til samtyktar um UNESCO sáttmála frá 17. november 1970 um tiltøk at banna og fyribyrgja óloyviligum inn- og útflutningi og ognarskifti av mentanargripum

17.     2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2004: Uppskot til samtyktar um frumskjal frá 2003 til altjóða sáttmála um at seta á stovn altjóða grunn viðvíkjandi endurgjaldi fyri oljudálkingarskaðar frá 1992

18.     2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

19.     2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

20.     Framløga 

 

Fundur lokin kl. 10.13 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari