Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

64. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 14. apríl, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Edmund Joensen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Jógvan við Keldu og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

 

1.         2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2004: Uppskot til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 3 og 4 samtykt 18-1-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

2.         2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 21-2-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-2-5. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.         2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.         2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya
§§ 1 og 2 samtyktar 24-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.         2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.         2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om en garantifond for indskydere og investorer”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.         2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.         2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.         2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin)
Broytingaruppskot  frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 25-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

10.     2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
§§ 1 og 2 samtyktar 20-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

11.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp.

 

Farloyvi: 

Skriv frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, dagfest tann 14. apríl 2005, við umsókn um farloyvi frá 15. apríl 2005 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Egin Henriksen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Jenis av Rana.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 15. apríl 2005, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.         Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.24 

 

Hergeir Nielsen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari