Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

63. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 13. apríl, kl. 13.40 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Edmund Joensen og Olav Enomoto, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
 

Farloyvi: 

Skriv frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, dagfest tann 11. apríl 2004, við umsókn um farloyvi frá 13. apríl 2005 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Eysturoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Høgna Hoydal, Gerhard Lognberg og Johan Dahl um at kanna valbrøvini í Eysturoyar valdømi.

 

Fundur niðurlagdur kl. 13.41
Fundur uppafturtikin kl. 13.43
 

Høgni Hoydal mælti til, vegna seg sjálvan, Gerhard Lognberg og Johan Dahl, at Olaf í Garði Joensen tekur sæti fyri Tórbjørn Jacobsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.


Til viðgerðar:

 

1.         Munnligir fyrispurningar
 

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

5.         Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-23/2004 frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi javnstøðu í almennum partafeløgum
Málið avgreitt.
 

6.         Framløga

       Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla, nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan og nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m., at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð, nr. 50/2004: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd, nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., og nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker, således som den er sat i kraft for Færøerne”, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2003, nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin), nr. 84/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgting um toll, nr. 85/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgting um avgjald á framleiðslu og innflutningi og nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgting um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 62/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 14. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.         2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2004: Uppskot til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar

2.         2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)

3.         2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

4.         2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya

5.         2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”

6.         2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om en garantifond for indskydere og investorer”

7.         2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”

8.         2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”

9.         2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin)

10.     2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um meirvirðisgjald

11.     Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.40 

 

Hergeir Nielsen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari