Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

62. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 6. apríl, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Lisbeth L. Petersen og John Johannessen, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.         Munnligir fyrispurningar
 

2.         Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni  Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.         2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov
§§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.         Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-20/2004 frá Heðini D. Poulsen (Óla Breckmann), løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari gransking og løgfrøði
Málið avgreitt.
 

5.         Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-22/2004 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føðideildini á Landssjúkrahúsinum
Málið avgreitt.
 

6.         Framløga
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í  tingmálunum nr. 26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., og nr. 49/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 71/2004:
Uppskot til samtyktar um, at sjálvbodna frumskjalið frá 18. desember 2002 til ST-sáttmálan frá 10. desember 1984 móti pínslu og aðrari miskunnarleysari, ómenniskjaligari ella niðrandi viðferð ella revsing verður sett í gildi fyri Føroyar, nr. 72/2004: Uppskot til samtyktar um norðurlendskan sáttmála um almannatrygd frá 18. august 2003, nr. 73/2004: Uppskot til samtyktar um UNESCO sáttmála frá 17. november 1970 um tiltøk at banna og fyribyrgja óloyviligum inn- og útflutningi og ognarskifti av mentanargripum og nr. 74/2004: Uppskot til samtyktar um frumskjal frá 2003 til altjóða sáttmála um at seta á stovn altjóða grunn viðvíkjandi endurgjaldi fyri oljudálkingarskaðar frá 1992.

 

Formaðurin boðaði frá, at seinasta freist at lata inn skrivligar fyrispurningar í hesi tingsetu er fríggjadagin 8. apríl 2005.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 13. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.         Munnligir fyrispurningar

2.         3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.

4.         3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov

5.         Svar upp á fyrispurning nr. 100-23/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í javnstøðumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi javnstøðu í almennum partafeløgum

6.         Framløga

 

 Fundur lokin kl. 16.49 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari