Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

61. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 5. apríl, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2003
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

2.         Atkvøðugreiðsla um fyrispurning  nr. 100-25/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

2.     Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.         3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.         2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
Uppskot frá Kára P. Højgaard um at beina málið aftur í nevnd fall 8-0-22. §§ 1 og 2 fullu 4-0-26. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

5.         2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.         2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
§§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.         2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku
Broytingaruppskot til uppskot til samtyktar samtykt 29-0-1.
Málið avgreitt.
 

8.         Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 46/2004: Uppskot til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar, nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál), og nr. 69/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”, nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om en garantifond for indskydere og investorer”, nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”, nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”, nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin), og nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um meirvirðisgjald

 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-27/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni  Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 6. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.         Munnligir fyrispurningar

2.         Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni  Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum

3.         2. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov

4.         Svar upp á fyrispurning nr. 100-20/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari gransking og løgfrøði

5.         Svar upp á fyrispurning nr. 100-22/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føðideildini á Landssjúkrahúsinum

6.         Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.01 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari