Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

60. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 31. mars, kl. 13.40 varð tingfundur settur.

 

Meiken Krabenhøft, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2004: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin)
Uppskot frá
Annitu á Fríðriksmørk um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-18. Broytingaruppskot frá Kára P. Højgaard, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Poul Michelsen til § 10 fall 10-0-18. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-7.
Málið avgreitt.
 

2.         2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2004: Uppskot til  løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning á Krambatanga á Trongisvágsfirði
§§ 1, 2 og 3 fullu 9-0-21. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

Fundur niðurlagdur kl. 15.29
Fundur uppafturtikin kl. 15.56
 

3.         2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
§§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0.Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-1/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0.
Málið avgreitt.
 

5.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-2/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

6.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-3/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

7.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-4/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

8.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-5/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2003
Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

9.         1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp
Málið beint í uttanlandsnevndina.
 

10.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov.

 

Tikið aftur: 

Formaðurin boðaði frá at tingmál nr. 90/2004: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing er tikið aftur av uppskotssetaranum.
 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-25/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni, og
nr. 100-26/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 5. apríl 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning  nr. 100-25/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni

  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í skúlamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi eftirskúlum í Føroyum

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði

  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 31/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.

  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.

  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.

  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku

  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 45-6/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2003
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.

  9. Framløga
     

Fundur lokin kl. 18.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari