Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

59. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 30. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Viðgerðin niðurløgd.
 

2.         Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í lógamálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi ómynduggering
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

Farloyvi: 

Skriv frá Sverra Midjord, løgtingsmanni, dagfest tann 30. mars 2005, við umsókn um farloyvi frá 30. mars 2005 til 20. apríl 2005, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Mikkjal Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Sverra Midjord.


Fundur niðurlagdur kl. 12.02
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

3.         Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið beint í mentanarnevndina.
 

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin)
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Málið beint í vinnunevndina.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 31. mars 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.         3. viðgerð av tingmáli nr. 19/2004: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin)

2.         2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2004: Uppskot til  løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning á Krambatanga á Trongisvágsfirði

3.         2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði

4.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-1/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2003

5.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-2/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2003

6.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-3/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2003

7.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-4/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2003

8.         2. viðgerð av tingmáli nr. 45-5/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2003

9.         1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2004: Uppskot til løgtingslóg um at broyta løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
Málið verður beint í vinnunevndina.

10.     1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

11.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.15 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari