Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

54. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 15. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om en garantifond for indskydere og investorer”
Málini nr. 58/2004 og nr. 56/2004 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina.
 

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”
Málini nr. 55/2004 og nr. 57/2004 vórðu viðgjørd undir einum.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.06
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

      Málini beind í fíggjarnevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemi hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Málið beint í vinnunevndina.
 

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin)
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um meirvirðisgjald
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-22/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føðideildini á Landssjúkrahúsinum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 16. mars 2005, kl. 10,00 við hesi dagsskrá:

 

1.         Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føðideildini á Landssjúkrahúsinum

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
Málið verður beint í rættarnevndina.

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin)
Málið verður beint í vinnunevndina.

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin)
Málið verður beint í vinnunevndina.

6.         1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.

7.         1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Málið verður beint í vinnunevndina.

8.         1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya
Málið verður beint í mentanarnevndina.

9.         Framløga

 

 Fundur lokin kl. 18.32 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari