Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

48. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 2. mars, kl. 13.35 varð tingfundur settur. 

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 3. mars 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2004: Uppskot til løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum

2.        3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2004: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 38/2004: Uppskot til samtyktar um at fyrireika uppskot til játtanarlóg

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
Málið verður beint í mentanarnevndina.

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
Málið verður beint í mentanarnevndina.
Tingmálini nr. 41/2004 og nr. 42/2004 verða viðgjørd undir einum.

7.        1. viðgerð av tingmáli nr. 45-1/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2003
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

8.        1. viðgerð av tingmáli nr. 45-2/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2003
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

9.        1. viðgerð av tingmáli nr. 45-3/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2003
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 45-1/2004, nr. 45-2/2004 og nr. 45-3/2004 verða viðgjørd undir einum.

10.    Framløga

 


 

Fundur lokin kl. 17.42

 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari