Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

46. fundur

 

Ár 2005, hósdagin 24. februar, kl. 13.40 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Sverre Midjord, Vilhelm Johannesen,  Anfinn Kallsberg, Jákup Mikkelsen og Kári P. Højgaard vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyt­ng í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2004: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Karsten Hansen, løgtingsmanni
Uppskot til samtyktar samtykt 21-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millum­tjóða revsidómstólin
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
Málið beint í vinnunevndina.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku
Málið beint í rættarnevndina.
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur vegna landsstýrið lagt fram tingmál nr. 49/2005: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 10/2004: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (barnaverndarlógin), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 37/2004: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum

 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí, at niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki elva til avleiðingar.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 1. mars 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millumtjóða revsidómstólin

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2004: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (barnaverndarlógin)

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2004: Uppskot til løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2004: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2004: Uppskot til samtyktar um at fyrireika uppskot til játtanarlóg

6.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí, at niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki elva til avleiðingar.

7.        Framløga


 

Fundur lokin kl. 18.12

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður 

/Marius Rein

skrivari