Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

45. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 23. februar kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Vilhelm Johannesen, Anfinn Kallsberg og Jákup Mikkelsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi: 

Skriv frá Høgna Hoydal, løgtingsmaður, dagfest tann 23. februar 2005, við umsókn um far­oyvi frá í dag og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Rói Egholm, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Høgna Hoydal.

  

Til viðgerðar:

1.        Munnligir fyrispurningar
2.        Framløga

Formaðurin boðaði frá, at
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 26/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a.
-  Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 41/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m., og nr. 42/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.,
- tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð,
-
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmálini nr. 45-1/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsaláns­grunnurin fyri fíggjarárið 2003, nr. 45-2/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunninurin fyri fíggjarárið 2003, nr. 45-3/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunninurin fyri fíggjarárið 2003, nr. 45-4/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2003 og nr. 45-5/2004: Grann­skoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2003,
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 46/2004: Uppskot til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar, og
- fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 36/2004: Uppskot til løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum og nr. 38/2004: Uppskot til samtyktar um at fyrireika uppskot til játtanarlóg.

 

Tikið av dagsskrá:

 

3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting, 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2004: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millumtjóða revsidómstólin, og svar upp á fyrispurningur nr. 100-19/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at niðurstøður hjá Løgting­sins Umboðsmanni ikki elva til avleiðingar.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 24. februar 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 32/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyt­ing í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting

2.    2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2004: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Karsten Hansen, løgtingsmanni

3.    2. viðgerð av tingmáli nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millumtjóða revsidómstólin

4.    1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði
Málið verður beint í vinnunevndina.

5.    1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku
Málið verður beint í rættarnevndina.

6.    Svar upp á fyrispurning nr. 100-19/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki elva til avleiðingar.

7.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.04. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein

skrivari