Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

31. fundur

 

Ár 2004, mikudagin 8. desember kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, og Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2004: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi
Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Gerhard Lognberg og Heidi Petersen til § 2 samtykt 17-0-7. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 18-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr.23/2004: Uppskot til samtyktar um uppsagn­ar­freistina í fríhandilssáttmálanum við Pólland
Uppskot til samtyktar samtykt 23-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.      Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-12/2004 frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at almenn starvsfólk leka óreglusemi til fjølmiðlarnar              
Málið avgreitt.
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), og nr. 15/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin), og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 22/2004: Uppskot til samtyktar um støðutakan til sølu av Smyrli.

 

Tikið av dagsskrá:

 

Svar upp á fyrispurningi nr. 100-13/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Alv-skúlanum.

 

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-16/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fram­tíðar vinnupolitikki í Føroyum, og
nr. 100-17/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skiftisupphædd hjá fyritíðar­pensjónist­um, javning og øðrum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 10. desember 2004, kl.  10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi framtíðar vinnupolitikki í Føroyum

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skiftisupphædd hjá fyritíðar­pensjónistum, javning og øðrum

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2004: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2004: Uppskot til løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum

7.      Svar upp á fyrispurningi nr. 100-13/2004 til Hans Paula Strøm, lands­stýrismann, frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Alv-skúlanum

8.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 17.54. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein

skrivari