Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

21. fundur

Ár 2004, mikudagin 10. november kl. 13.36 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kaj Leo Johannesen, Sverre Midjord og Jákup Mikkelsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Farloyvi
Skriv frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, dagfest 5. november 2004, við umsókn um farloyvi frá 10. til 19. november 2004 sambært § 63 í tingskipanini, og at næsti maður á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen og Kára P. Højgaard um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi.

Fundur niðurlagdur kl. 13.37
Fundur uppafturtikin kl. 13.51

Vilhelm Johannesen mælti til, vegna seg sjálvan, Jørgen Niclasen og Kára P. Højgaard, at Egin Henriksen tekur sæti á tingi fyri Jenis av Rana.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr.8/2004: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2004: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 2004.
    Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen til § 6 fall 7-0-19. Uppskot landsstýrisins samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, svaraði fyrispurningi nr. 100-8/2004, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) og svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-12/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí, at almenn starvsfólk leka óreglusemi til fjølmiðlarnar:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 11. november 2004, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí, at almenn starvsfólk leka óreglusemi til fjølmiðlarnar
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin)
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 14 og 15 verða viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2004 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 19.15. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari