Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

20. fundur

Ár 2004, fríggjadagin 29. oktober kl. 9.40 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir John Johannessen, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord og Jákup Mikkelsen, landsstýrismenninir Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-11/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi suðuroyarskipinum, ið verður bygt í Spania í hesum døgum
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 6/2004: Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2004: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu
    §§ 1 til og við 4 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-4/2004: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 2004, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 12/2004: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 13/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn og nr. 20/2004: Uppskot til løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum, at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), nr. 15/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin), nr. 17/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, nr. 18/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. og nr. 19/2004: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki ( Skuldarumskipanarlógin), og at Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 11/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om folkekirkens økonomi", nr.16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 10. november 2004, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr.8/2004: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2004: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 2004
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-8/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya
  8. Framløga

 Fundur lokin kl. 9.50. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari