Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

17. fundur

Ár 2004, mikudagin 20. oktober kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Heidi Petersen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-5/2004 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskapar- og sosialpolitikki landsstýrisins
    Málið avgreitt.
  3. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 5/2004: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 8/2004: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-8/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving,
nr. 100-9/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, og
nr. 100-10/2004 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. oktober 2004, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2004 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2004: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (barnaverndarlógin)
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2004: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 2004
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga

Fundur lokin kl. 18.36.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari