Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

13. fundur

Ár 2004, hósdagin 7. oktober kl. 9.00 varð tingfundur settur.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005

Fundur niðurlagdur kl. 12.06.
Fundur uppafturtikin kl. 13.32.

Viðgerðin niðurløgd.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-7/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannna- og heilsumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi frítíðarskúlanum á Tvøroyri.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 8. oktober 2004, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

  1. Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-7/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannna- og heilsumálum, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi frítíðarskúlanum á Tvøroyri
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004 – 2
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  6. Møguliga framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005
  7. Framløga

Fundur lokin kl. 18.05.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari