Løgtingsins gerðabók fyri
tingsetuna 2004
10. fundur
Ár 2004, fríggjadagin 24. september kl. 10.10 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Maiken Krabenhøft, Andrias Petersen, John Johannessen, Sverre
Midjord og Heðin Zachariasen, løgmaður, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, og
ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Farloyvi
Skriv frá Jákup Mikkelsen, løgtingsmanni, dagfest 18. september 2004, við umsókn
um farloyvi til 15. oktober 2004 sambært § 63 í tingskipanini, og at næsti maður á
lista Fólkafloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á
tingmenninar Hergeir Nielsen, Gerhard Lognberg og Kaj Leo Johannesen um at kanna, hvør
næstvaldur er á lista Fólkafloksins í Norðoya valdømi.
Skriv frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, dagfest 23. september 2004, við
umsókn um farloyvi sambært § 63 í tingskipanini, og at næsti maður á lista
Tjóðveldisfloksins í Sandoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á
tingmenninar Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen og Kára P. Højgaard um at kanna, hvør
næstvaldur er á lista Tjóðveldisfloksins í Sandoyar valdømi.
Fundur niðurlagdur kl. 10.12.
Fundur uppafturtikin kl. 10.20.
Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg sjálvan, Gerhard Lognberg og Kaj Leo Johannesen,
at Rúna Sivertsen tekur sæti á tingi fyri Jákup Mikkelsen, og Vilhelm Johannesen
mælti til, vegna seg sjálvan Jørgen Niclasen og Kára P. Højgaard at Maiken
Krabenhøft tekur sæti á tingi fyri Páll á Reynatúgvu.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.
Til viðgerðar:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/2004
til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi
búskapar- og sosialpolitikki landsstýrisins
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-2/2004
frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi setanini av skúlastjóra á
samanlagda Maskinmeistara- og Føroya Sjómansskúla
Málið avgreitt.
- Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmál nr. 6/2004:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, at Jógvan við Keldu,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 7/2004:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar
kommunur, og at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram
tingmál nr.
8/2004: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu.
Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-6/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 30. september 2004, kl. 10.00, við
hesi dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-6/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2004:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar
kommunur
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2004: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2004:
Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-1/2004
til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kára P. Højgaard,
løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsum á landleiðini
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-3/2004
til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni um, hvussu
útlendingalógin verður fyrisitin
- Svar upp á fyrispurning 100-4/2004
til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni,
viðvíkjandi hagtalstilfari á sosiala økinum
- Framløga
Fundur lokin kl. 10.47
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari