Løgtingsins gerðabók fyri
tingsetuna 2004
7. fundur
Ár 2004, mikudagin 1. september kl. 13.36 varð tingfundur settur.
Sverre Midjord, løgtingsmaður, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru ikki á
fundi.
Til viðgerðar:
Munnligir
fyrispurningar
1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2004:
Uppskot til samtyktar um at skipa viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek
Málið beint í trivnaðarnevndina.
Framløga
Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap.
Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr.
100-1/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kára P.
Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsum á landleiðini, og
nr.
100-2/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi setanini av skúlastjóra á samanlagda Maskinmeistara- og
Føroya Sjómansskúla
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 8. september 2004, kl. 13.30, við
hesi dagsskrá:
- Munnligir fyrispurningar
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2004
til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kára P. Højgaard,
løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsum á landleiðini
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi setanini av skúlastjóra á samanlagda Maskinmeistara- og Føroya
Sjómansskúla
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
- Framløga
Fundur lokin kl. 19.25
Edmund Joensen
Løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari