Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

5. fundur

Ár 2004, mánadagin 16. august, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal, Jenis av Rana og Óli Breckmann, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 2/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 8-0-20. §§ 1 og 2 samtyktar 20-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 4/2004: Uppskot til samtyktar um at skipa viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 18. august 2004, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. 3. viðgerð av løgtingsmálið nr. 2/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-3/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004 – 2
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  5. Framløga

Fundur lokin kl. 15.33

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari