Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

4. fundur

Ár 2004, hósdagin 12. august, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl, Lisbeth L. Petersen og Óli Breckmann, løgmaður, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi
Skriv frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, dagfest 5. august 2004, við umsókn um farloyvi sambært § 63 í tingskipanini, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á tingmenninar Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen og Kára P. Højgaard um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi.

Fundur niðurlagdur kl. 13.38
Fundur uppafturtikin kl. 13.43

Vilhelm Johannesen mælti til, vegna seg sjálvan, Jørgen Niclasen og Kára P. Højgaard, at Rói Egholm tekur sæti á tingi fyri Høgna Hoydal.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. Val av tveimum limum og tveimum tiltakslimum til Norðurlandaráðið

    Formaðurin boðaði frá tveimum valbólkum. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin við 22 tingmonnum og Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin við 10 tingmonnum.

    Vald vóru:
    Fastir limir:
    1. Óli Breckmann
    2. Kári P. Højgaard
    Varalimir:
    1. Jørgen Niclasen
    2. Lisbeth L. Petersen

  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-2/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004
    Málið beint í fíggjarnevndina.

  3. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 2/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og at Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 1-3/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2004 – 2.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 16. august 2004, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 2/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  2. Framløga 

Fundur lokin kl. 15.39

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari