76. fundur

Ár 2004, hósdagin 6. mai kl. 13.40 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Lisbeth L. Petersen, Jenis av Rana og Andrias Petersen, løgmaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Tilviðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum sambært § 26, stk. 1 í tingskipanini.
    Eftir uppskotið frá Alfred Olsen, løgtingsmanni, vegna Sambandsflokkin, varð sett undir atkvøðugreiðslu uppskot um at velja tingnevndirnar av nýggjum.
    Uppskotið samtykt 25-0-0.
    Nevndirnar, ið valdar vórðu 5. februar 2004, vórðu afturvaldar, í uttanlandsnevndina varð tó Johan Dahl valdur fastur limur í staðin fyri Kaj Leo Johannesen.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (aligoymslur v.m).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-7.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2003: Uppskot til løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
    §§ 1 – 4 samtyktar 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið.
    Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 10 samtykt 26-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 64/2003: Uppskot til løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 11. mai 2004 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 50/2003: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2003: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2003: Uppskot til løgtingslóg um annað útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-34/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann í innlendismálum, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skerjing av løgregluni kring landið.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 14.33 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari