73. fundur

Ár 2004, mikudagin 28. apríl kl. 13.35 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Jørgen Niclasen og Poul Michelsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2003: Uppskot til samtyktar um almennan málpolitikk.
    Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd samtykt 25-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2003: Uppskot til samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar.
    Uppskot til samtyktar samtykt 24-1-1.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2003: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum.
    Uppskot frá Kaj Leo Johannesen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 16-0-12. Málið beint aftur í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-6/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 40/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og nr. 59/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (aligoymslur v.m), og at at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 51/2003: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 4. mai 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (aligoymslur v.m).
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, um almennar útsagnir og politiska habilitetin hjá nývalda norðurlandaráðsumboði Løgtingsins, Óla Breckmann.
  7. Framløga. 

Fundur lokin kl. 18.40. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari