72. fundur

Ár 2004, týsdagin 27. apríl kl. 16.55 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Bill Justinussen, Gerhard Lognberg, Jørgen Niclasen og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jógvan við Keldu, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2003 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tonsaskattaskipan og skatting av manningum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, viðvíkjandi avtalu um útlendingamál og útlendsk ítróttafólk í Føroyum, sum ikki varð sett í gildi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi villleiðandi upplýsingum til almenningin um fíggjarstøðu landsins.
    Samtykt 18-2-2, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi leikluti Føroya í nýggjari ES-grundlóg og møguligari fólkaatkvøðu í Føroyum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avbjóðingunum í sambandi við, at ES verður víðkað.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 28. apríl 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá: 

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2003: Uppskot til samtyktar um almennan málpolitikk.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2003: Uppskot til samtyktar um framtøk fyri føroyskar tónleikarar.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2003: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-6/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. Framløga. 

Fundur lokin kl. 17.02 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari