71. fundur

Ár 2004, týsdagin 27. apríl kl. 13.35 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Bill Justinussen, Jørgen Niclasen og Poul Michelsen, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um løgtingsmál nr. 101-5/2003: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini frá løgmanni um altjóða menningarpolitikk Føroya.
    Málið avgreitt.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 54/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og nr. 65/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-38/2003 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tonsaskattaskipan og skatting av manningum,
nr. 100-39/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, viðvíkjandi avtalu um útlendingamál og útlendsk ítróttarfólk í Føroyum, sum ikki varð sett í gildi,
nr. 100-40/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi villleiðandi upplýsingum til almenningin um fíggjarstøðu landsins,
nr. 100-41/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi leikluti Føroya í nýggjari ES-grundlóg og møguligari fólkaatkvøðu í Føroyum, og
nr. 100-42/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avbjóðingunum í sambandi við, at ES verður víðkað.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 27. apríl 2004 kl. 16.55 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2003 til Bárð Nielsen, landsstýrismann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tonsaskattaskipan og skatting av manningum.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-39/2003 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, viðvíkjandi avtalu um útlendingamál og útlendsk ítróttarfólk í Føroyum, sum ikki varð sett í gildi.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi villleiðandi upplýsingum til almenningin um fíggjarstøðu landsins
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi leikluti Føroya í nýggjari ES-grundlóg og møguligari fólkaatkvøðu í Føroyum.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2003 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi avbjóðingunum í sambandi við, at ES verður víðkað.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.54. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari