63. fundur

Ár 2004, fríggjadagin 2. apríl kl. 10.05 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Sverre Midjord, og Jákup Mikkelsen, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, leggur fram løgtingsmál nr. 101-4/2003: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um nullhugsjónina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
  3. Fundur nirðurlagdur kl. 12.20.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið beint í vinnunevndina.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (aligoymslur v.m.).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2003: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 13. apríl 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-4/2003: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini, frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, um nullhugsjónina.
  2. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.25. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari