62. fundur

Ár 2004, hósdagin 1. apríl kl. 13.35 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Kaj Leo Johannesen og Jákup Mikkelsen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm, Jógvan við Keldu og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-18. Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen til § 1 fall 9-0-19. §§ 1 og 2 fullu 9-0-19. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2003: Uppskot til broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
    Uppskot frá Høgna Hoydal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-14. §§ 1 og 2 fullu 9-0-14. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen til § 3 fall 9-0-17. §§ 1 – 13 fullu 9-0-17.
    Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður – Strendur og Norðskála – Oyri.
    Uppskot til samtyktar fall 9-0-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla.
    §§ 1 - 8 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-1/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-2/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-3/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

    Tingmálini nr. 56-1/2003, nr. 56-2/2003 og nr. 56-3/2003 vórðu viðgjørd undir einum.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-4/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2002.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-5/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2002.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

    Tingmálini nr. 56-4/2003 og nr. 56-5/2003 vórðu viðgjørd undir einum.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2003: Uppskot til samtyktar um at siga úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið og estisku lýðveldisstjórnina.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".
    Málið beint í rættarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. apríl 2004 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, leggur fram løgtingsmál nr. 101-4/2003: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini frá um nullhugsjónina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (aligoymslur v.m.).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2003: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at broyta ognarviðurskiftini í Føroya Banka.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.55. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari