61. fundur

Ár 2004, mikudagin 31. mars kl. 10.05 varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, og Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2003: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2004.

Fundur nirðurlagdur kl. 11.55.
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

Málið beint í fíggjarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla, 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður – Strendur og Norðskála – Oyri, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 1. apríl 2004 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2003: Uppskot til broyting í løgtingslóg um útbúgvingarstuðulsskipan.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2003: Uppskot til løgtingslóg um yrkisskeið.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2003: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi vegakervunum Skálafjørður - Strendur og Norðskála – Oyri.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2003: Uppskot til løgtingslóg um eftirløn hjá ávísum lærarum o.ø. á Føroya Handilsskúla.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-1/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-2/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íbúðagrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-3/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fyri fíggjarárið 2002.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
    Tingmálini nr. 56-1/2003, nr. 56-2/2003 og nr. 56-3/2003 verða viðgjørd undir einum.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-4/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2002.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56-5/2003: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2002.
    Málið verður beint beinleiðis til 2. viðgerð.
    Tingmálini nr. 56-4/2003 og nr. 56-5/2003 verða viðgjørd undir einum.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2003: Uppskot til samtyktar um at siga úr gildi Fríhandilssáttmálan millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið og estisku lýðveldisstjórnina.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 61/2003: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om Den Internationale Havretsdomstols kompetence og om fuldbyrdelse af Domstolens afgørelser i visse sager".
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  14. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.57. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari